Føroysk Meistarastig

Allar kappingar í feløgunum geva bronsustig.

Her er brot úr reglugerðini (leinki til samlaðu reglugerðina er her)

1.      Almennar reglur

1.1.   Føroysk meistarastig verða latin í bridgekappingum, sum Føroya Bridgesamband skipar fyri ella, sum feløg undir FBS skipa fyri.
Bridgefeløgini skulu spæla um meistarastig í øllum kappingum har tað eftir hesum reglum ber til.

1.2.   Meistarastig

1.2.1.      Bronsustig
100 bronsustig = 1 meistarastig(MS)
Bronsustig verða latin í øllum felagskappingum og í vanligum “opið hús”-kappingum, sum feløgini skipa fyri og í summum størri kappingum.
Reglur um, hvussu bronsustig vera latin í innanhýsiskappingum og “opið hús”-kappingum eru at finna her:

Parakappingur: 2.1.1 (Allar ávísingar eru til samlaðu reglugerðina)
Liðkappingar: 2.1.2
Einstaklingakappingar: 2.1.3
Aðrar kappingar 4.2

1.2.2.      Silvurstig
10 silvurstig = 1 meistarastig
Silvurstig verða latin í kappingum, sum feløg skipa fyri, og har FBS hevur góðkent tað og í øðrum kappingum.
Reglur um silvurstig í kappingum, sum feløgini skipa fyri, er at inna í 2.2, og reglurnar um silvurstig í øðrum kappingum eru at finna í 4.2.

1.2.3.      Gullstig
1 gullstig = 1 meistarastig
Gullstig verða latin í landsumfatandi kappingum og opnum kappinum, sum FBS hevur góðkent. Reglur um gullstig eru at finna her.
Parakappingar: 4.1.1.
Liðkappingar: 4.1.2.

 

2.      FBS góðkenning av silvur- og gullkappingum

2.1.   Silvurkappingar
FBS kann geva feløgunum loyvi at lata silvurstig um hesar treytir eru loknar:
1) Eitt bridgefelag, sum er í MS-skipanini hjá FBS, skal skipa fyri.
2) FBS skal geva loyvi til at lata silvurstig
3) Spælarar úr minst tveimum feløgum skulu vera við í kappingini og í mesta lagi ¾ skulu vera úr sama felag.
4) Kapping skal vera opin fyri øllum og kappingin skal lýsast á heimasíðuni hjá FBS.
Hvørt felag kann bert skipa fyri einari fullar silvurkapping (minst 42 spøl) og einari ari hálvari silvurkapping (27 til 41 spøl, hálv silvurstig) í hvørjum kappingarári. FBS kann í serligum førum geva frávik frá hesum reglum.

2.2.   Gullkappingar
FBS kann geva loyvi til gullkappingar. Hvørt felag kann skipa fyri einari gullkapping 4. hvørt ár. Kappingin skal vera landsumfatandi og lýsast á heimasíðuni hjá FBS.
Umsókn um gullkapping verður sent FBS.

2.3.   Heiti
Spælarar, sum skrásetast við hesum meistarstigum, fáa hesi heiti:

Heiti

Meistarastig

Stórmeistari við stjørnu

1000 (minst 250 gullstig) *)

Stórmeistari

500 (minst 250 gullstig) *)

Oyggjameistari við stjørnu

300 (minst 75 MS í gulli) *)

Oyggjameistari

150 (minst 75 MS í gulli) *)

Spaðarmeistari við stjørnu

150 (minst 25 MS í silvuri ella gulli) *)

Spaðarameistari

100 (minst 25 MS í silvuri ella gulli) *)

Hjartarameistari við stjørnu

50 (minst 25 MS í silvuri ella gulli)*)

Hjartarameistari

15 (minst 5 MS í silvuri ella gulli ella minst 30 MS til samans)

Rútarameistari við stjørnu

20 (bara bronsustig)

Rútarameistari

5 (bara bronsustig)

Kleyvarameistari

2

 

 *) Um ein spælari hevur nóg nógv meistarastig til eitt hægri bridgeheiti, men hevur ikki nóg nógv gull- ella silgurstig, kunnu lægri meistarastig, sum loypa av, umroknast soleiðis:

20 bronsustig svara til 1 silvurstig

20 silvurstig svara til 1 gullstig

 

Føroyskar gullkappingar

FM Pør

20-24 pør: 12 – 9 – 6 – 3 – 2 - 1

Minni enn 20 pør, tó meiri enn 12 pør: 10 – 6 – 3 - 1

 

FM Blandað

16 pør ella meiri: 6 - 4 - 3 - 2 – 1

10-15 pør: 5 – 3 – 1

 

FM Kvinnur

8 pør ella meiri: 3 - 2 - 1

 

FM Veteranar

8 pør ella meiri:3 - 2 – 1

 

FM Lið

Alment

Gull stig verða latin til vinnandi liðið. Ein dystur er vunnin, tá eitt lið hevur fingið minst 19 DS (Dystarstig). Ein dystur sum endar 18-12, 17-13, 16-14 ella 15-15 er at rokna sum javnleikur., tá vit tosa Meistarastig.

Í kappingum og dystum, har tapandi liðið fer úr kappingini ella má flyta niður, er vinnandi liðið, tað, sum vinnur. – uttan mun til sjálvt úrslitið.

Stigini, sum liðið fær verða øll løgd saman gjøgnum alla kappingina. Síðani verða stigini býttt millum spælararnar. Uppgerðin er fyri hvønn dyst sær. Tað merkir, at ein spælarin, sum ber hevur spælt ein hálvleik, fær helvtin av tí, sum ein spælari fær, ið hevur spælt allan dystin.

Ískoytisstig verða latin til vinnararnar í FM lið og í FM fyri feløg. Fyri at fáa ískoytisstig, skal ein spælari hava spælt minst helvtin av teimum, spølum, sum kapping er gjørt til at spæla.

 

1. deild

Fyri vunnan dyst fær vinnandi liðið 12 gullstig

Fyri javnleik fáa bæði liðini 6 gullstig.

Ískoytisstigini fyri at vinna FM og blíva nr. 2 eru Spælararnir á nr. 1 (FM vinnararnir) fáa 7 gullstig hvør. Spælararnir á nr. 2 fáa 4 gullstig hvør.

 

2. deild:

Fyri vunnan dyst fær vinnandi liðið 8 gullstig

Fyri javnleik fáa bæði liðini 4 gullstig.

Ískoytisstigini fyri at vinna 2. deild og blíva nr. 2 eru Spælararnir á nr. 1 fáa 4 gullstig hvør. Spælararnir á nr. 2 fáa 2 gullstig hvør.

Dystir um at flyta upp ella niður geva somu stig, sum í 1. deild..

 

FM fyri feløg

Fyri vunnan dyst fær vinnandi liðið 2 gullstig

Fyri javnleik fáa bæði liðini 1 gullstig.

Ískoytisstig fyri at vinna FM fyri feløg eru fyri allar spælarar: Nr. 1: 3, nr. 2: 2, nr. 3: 1.

 

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands