08/01/2017
Havnar Bridgefelag vann FM fyri feløg
Lið úr Suðuroyar Bridgefelag, Havnar Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag og Eysturoyar Bridgefelag spældu leygardagin 7. januar um FM fyri feløg.

Liðið hjá Havnar Bridgefelag (Arne Mikkelsen, Símun Lassaberg, Dia Jacobsen, Bogi Simonsen) vann tryggan sigur í FM kappingini fyri feløg.
Nummar tvey var liðið hjá Eysturoyar Bridgefelag (Árni M. Dam, Dánjal Pauli Mohr, Jákup Hjaltalin, Marner Joensen). Nummar trý var liðið úr Nýggja Bridgefelag (Johannes Skaarup, Edvard S. Olsen, Jens Midjord, Arnbjørn Sivertsen, Oddmar Danielsen, Kristjan Magnussen) og nummar fýra var Suðuroyar Bridgefelag (Randi Strøm, Eva Sarita Berg, Margreta borgardal og Connie Thomsen).

Sum sæst vóru liðini norðanfjørðs rættuliga blandað. Fuglfirðingar spældu við Havnar Bridgefelag og havnamenn spældu við Eysturoyar Bridgefelag og formaðurin í Havnar Bridgefelag spældi fyri Nýggja Bridgefelag. Tey sum spældu fingu eina kapping burturúr, men kanska eigur FBS at seta onkur minstu krøv til, hvør kann luttaka fyri hvørt felag.

Tó er høvuðsreglan hjá FBS, at formellar reglur mugu í minst møguligan mun forða fólki, sum tíma, at spæla bridge.
Dystirnir vóru 20 spøl hvør.

Endaligt úrslit:
1. Havnar Bridgefelag 45,85
2. Eysturoyar Bridgefelag 37,10
3. Nýggja Bridgefelag 24,30
4. Syðuroyar Bridgefelag 12,75

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands