17/01/2017
Silvur í Suðri
Kappingin Silvur í Suðri verður leygardagin 21. januar. Kappingin verður skipað so slepst aftur og fram sama dag.

Avgjørt er aftur í ár at skipa fyri kappingini Silvur í Suðri.

Kappingin verður leygardagin 21. januar og verður skipað, sum barometurkapping.

Kappingin, sum verður í Miðnámsskúlanum í Hovi, byrjar kl. 10, so til ber at fara við Smyrli leygarmorgunin kl. 7. Kappingin endar so at eisini ber til at sigla norðuraftur leygardagin kl. 18.30.

Tilmelding hjá Óla Holm - tel. 211982 - ella Connie Thomsen - tel 221205.

Freistin at melda til er fríggjadagin á middegi.

Dia og Bogi vunnu kappingin í fjør
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands