21/01/2017
Arnbjørn og Jens vunnu Silvur í Suðri
Kappingin Silvur í Suðri var leygardagin. Arnbjørn Sivertsen og Jens Midjord vunnur. Javnt var á øðrum plássi: Óli Holm-Hans í Líðini og Allan Dal-Christiansen-Øssur Winthereig

Aftur í ár skipaði Suðuroyar Bridgefelag fyri Silvurkapping. Spælt var í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Tað vóru seks borð og spæld vóru 44 spøl.

Ein jøvn kapping, har alt var púra opið fyri seinasta umfar.

Arnbjørn Sivertsen og Jens Midjord vunnu við 254 stigum og nummar tvey við 250 stigum vóru Óli Holm-Hans ì Líðini og  Allan Dal-Christiansen-Øssur Winthereig.

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands