26/02/2017
Liðið hjá Boga Simonsen vann FM fyri lið
Eftir óvanliga spennandi dystir í teimum báðum seinastu umførunum, vann liðið hjá Boga Simonsen FM fyri lið.

Trý umfør vóru spæld í vikuskiftinum - og fýra tey ovast liðini lógu rættuliga jøvn.

Eftir dystirnar fríggjakvøldið var liðið hjá Egil Sondum bara 0,04 stig framman fyri liðið hjá Boga.

Og sjálvt um bæði liðini vunnu stórsigrar, so vann liði hjá Boga Simonsen báðar dystirnar 20-0 og tað var nóg mikið til at vinna FM.

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands