30/03/2017
Reglur til luttøku í Kjørdæmakappingini
Kjørdæmakappingin verður í Íslandi 19. - 21. mai. Nevndin í FBS hevur samtykt reglugerð, sum spælararnir vera valdir út eftir.

Gamla reglugerðin var galdandi tá FM lið var í tveimum deildum.

Nù tá bert ein deild er, hevur FBS gjørt nýggja reglugerð.

Málið við luttøku i íslendsku kappingini er framvegis at geva spælarum, sum hava verið virknir seinasta spælliár, møguleikan at sleppa uttanlands at spæla.

Kostnaður í ár verður kr. 3000 fyri hvønn. Tá er flogferð, luttøkugjald, leigubilur og gisting við. Matur er ikki við.

 

Reglugerð um luttøku í Kjørdømamóti 2017

  1. Pør av føroyameistarunum í FM lið, har pørini hava spælt minst 6 hálvleikir saman.

  2. Pør frá nr. 2 í FM lið, har pørini hava spælt minst 6 hálvleikir saman.

  3. Vinnarar av FM par.

  4. Nevndin í FBS kann velja eitt ella tvey pør at luttaka.

  5. Parið, sum hevur spælt flest hálvleikir í FM lið – eru fleiri verður lutakast.

  6. Nr. 2 í FM par.

  7. Pør frá nr. 3 í FM lið, har pørini hava spælt minst 6 hálvleikir saman.

  8. Pør frá nr. 4 í FM lið, har pørini hava spælt minst 6 hálvleikir saman.

  9. Pør frá nr. 5 í FM lið, har pørini hava spælt minst 6 hálvleikir saman.

  10. FM fyri veteranar.

  11. Par nr. 3 frá FM par

  12. Eitt par frá nr. 1 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  13. Eitt par frá nr. 2 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  14. Eitt par frá nr. 3 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  15. Eitt par frá nr. 4 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  16. Eitt par frá nr. 5 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  17. Eitt par frá nr. 6 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  18. Eitt par frá nr. 7 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  19. Eitt par frá nr. 8 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  20. Eitt par frá nr. 9 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  21. Eitt par frá nr. 10 í FM fyri lið, sum ikki hava verið fastir makkarar

  22. Nevndin FBS velur pør, um omanfyri nevndu reglur ikki røkka

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands