Talan er um eina sterka liðkapping, har liðini spæla stuttar 8-spøls dystir í sonevndar Swiss kapping. Tað vil siga, at liðini møta allar tíðini liðunum, sum tey liggja ájøvn við.
Kappingin byrjaði í dag - leygardag - og eftir fýra dystir liggur føroyska liðið á 23. plássi. Í alt eru 66 lið við í kappingini.
Í fjør fekk føroyska liðið virðisløn fyri eitt fjórða pláss í øðrum bólki.
Á landsliðnum eru Arne Mikkelsen, Símun Lassaberg, Bogi Simonsen og Magni Jøkladal.
NM verður í Horsens í Danmark 2.-4. juni.
Til ber at fylgja við kappingin á leinkinum niðan fyri og summir dystir verða eisini spældir á BBO.