22/08/2017
Kappingarskrá hjá FBS
FBS kunnger hervið kappingarskránna fyri bridgeárið 2017-18.

Sambært lógunum skal ársfundurin góðkenna kappingarskránna, so hetta kann sigast at vera fyribilsskrá. Tó eru vit so fá feløg nú, at vit fyri tað mesta vita um hvønn annan.

Vert er at leggja til merkis at FM-pør verður spælt tveir dagar. Fríggjakvøld og leygardag og enda fyrri - uml. ki. 18.

Føðingardagsrkapping er kapping, sum FBS, Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag skipa fyri. Hetta er tí øll halda føðingardag. Tí er eisini ætlanin at halda føðingardagveitslu um kvøldið.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands