12/09/2017
Tilmelding til FM lið og føðingardagskapping
Fyrsta umfar í FM lið verður 21. oktober. Tilmelding skal vera gjørd áðrenn mánadagin 9. oktober. Meldið til á fbs@bridge.fo.

Kappingin verður skipað eftir, hvussu nógv lið verða meldað til. Higartil eru fimm vikuskifti sett av til kappingina. Seinasta kappingarár spældur vit 4 leygardagar.

Leygardagin 23. september verður føðingardagskapping í Bridgehúsinum í sambandi við at Havnar Bridgefelag verður 80 ár,(!) Føroya Bridgesamband 50 ár og Nýggja Bridgefelag 51 ár (!).

Tilmelding til ta kappingina skal verða FBS í hendi í seinasta lagi 19. september.

Send tilmelding til fbs@bridge.fo.

Aftaná verður veitsla í Bridgehúsinum. Kostnaður fyri kappingina er 50 kr pr. spælara. Kostanaður fyri veitsluna 200 kr.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands