13/10/2017
Bridgeskeið: Lær at spæla bridge
Sjey mánakvøld frá 23. oktober til 4. desember verður skeið fyri teimum, ið hava hug at læra at spæla bridge. Best er um luttakararnir kenna kortini, men annars krevst eingin forhondsvitan. Skeiðið er skipað sum undirvísing og kortspæl.

Stað: Bridgehúsið í Gundadali

Tíð: Kl. 19.00 - 21.00

Kostnaður: 250 kr íroknað lærutilfar, fløga og spælikort

Lærari og ábyrgd: Arnbjørn Sivertsen

Tilmelding óneyðug. Fyrispurningar til Arnbjørn tel. 257970

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands