17/10/2017
FM lið byrjar leygardagin
FM lið verður leygardagin 21. oktober. Átta lið eru meldað til kappingina, sum verður spæld 5 vikuskifti. Nú leygardagin verður spælt í Bridgehúsinum kl. 12.00.

Átta lið eru meldað til FM-lið kappingina 2017-2018.

Kappingin verður skipað soleiðis at øll lið spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Dystirnir verða 20-spæls dystir í einum hálvleiki. Sostatt verða í alt 14 dystir.

Fyrstu fýra ferðir verða 3 dystir spældir hvønn dag og seinasta ferð verða tveir dystir spældir.

Gjaldið fyri hvørt lið er 1600 krónur. Tá er kaffi og køkur íroknað. FBS sendir rokning fyri luttøkugjald. Eftir jól verður gjøgnumgingið, um allir tilmeldaðu spælararnir hava goldið limagjald til FBS. Tað er eitt krav - eisini hjá teimum, sum ikki spæla fast í nøkrum felag.

Leygardagin byrjar kappingin kl. 12.00


Dystirnir verða:


1. umfar:

LM-Øssur Winthereig

Arnbjørn Sivertsen-Óli Holm

Símun Lassaberg-DEKO & PRINT

Allan Dal-Christiansen-Høgni Jacobsen


2. umfar:

Øssur Winthereig-Høgni Jacobsen

DEKO & PRINT-Allan Dal-Christiansen

Óli Holm-Símun Lassaberg

LM-Arnbjørn Sivertsen


3. umfar:

Arnbjørn Sivertsen-Øssur Winthereig

Símun Lassaberg-LM

Allan Dal-Christiansen-Óli Holm

Høgni Jacobsen-DEKO & PRINT


Skráin er:

Kl. 12.00 1. umfar

Kl. 14.20 Kaffisteðgur

Kl. 14.40 2. umfar

Kl. 17.00 Matarsteðgur

Kl. 17.40 3. umfar

Kl. 20.00 liðugt


Leinki til liðini og kappingina eru niðanfyri

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands