22/10/2017
Liðið hjá Allan fekk bestu byrjan
Fyrstu trý umførini í FM-lið vóru spæld leygardagin. Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur lagt seg klárt á odda og føroyameistararnir frá í fjør hava ikki enn víst sína styrki.

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Anthoniussen) fingu 56,52 stig av 60 møguligum. Ein avbera góður dagur hjá teimum.

Liðið hjá Símun Lassaberg Rói á R. Joensen, Árni M. Dam, Balle Mohr) liggja eins greitt á øðrum plássi.

LM-liðið við Boga Simonsen, sum liðskipara (Arne Mikkelsen, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen). Jóannes var ikki við leygardagin, men liðini, sum Bogi hevur havt hava altíð verið drúgv. Men byrjanin var ikki góð, har liðið eftir trý umfør er nr. 5.

FM-lið er skipað so, at øll spæla óti øllum tvær ferðir, so enn eru 11 dystir eftir.

Trý tey næstu umførini í FM-lið verða spæld 18. november.

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands