20/11/2017
Liðini hjá Allan og Símun greitt á odda
Fyrstu seks dystirnir eru nú spældir í FM fyri lið. Leygardagin vann liðið hjá Símun seg nakað inn á liðið hjá Allan, sum enn liggur nummar eitt.

Seinasti dystur leygardagin var millum liðini hjá Allan Dal-Christiansen(Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Antoniussen) og Símun Lassaberg (Rói á Rógvi Joensen, Árn M. Dam, Balle Mohr).

Áðrenn dystin var munurin bara 3 dystarstig.

Men liðini spældu ein javnan dyst, sum endaði 10,28 til Allan og 9,72 til Símun.

LM(Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kallberg) er nummar trý og hevur nú vunnið seg upp á triðja pláss.

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands