08/01/2018
Trý pør til til kapping í Keypmannahavn
FBS hevur avgjørt at rinda ferðaseðlar til trý pør, sum skulu spæla í norðurlendskari kapping í Keypmannhavn leygardagin og sunnudagin 19. og 20. januar.

Sum eina byrjan upp á landsliðsarbeiðið hevur FBS avgjørt at bjóða ferðaseðlar til seks av teimum pørunum, sum liggja ovast í butlaranum fyri FM-lið.

Trý pør hava tikið av. Tey eru Sínum Lassaberg-Rói á Rógvi Joensen, Arne Mikkelsen-Bogi Simonsen, Árni M. Dam-Balle Mohr.

Hetta er ikki beinleiðis úrtøka til landsliðið, men ein tilboð til tey pørini, sum kunnu roknast at vera millum tey, ið skulu kappast um at vera á landslðinum.

FBS rindar ferðaseðlar, men pørini rinda sjálvi allar aðrar útreiðslur. Hetta er kapping, har Danmark Bridgeforbund hevur boðið sterkum pørum úr Norðurlondum.

FBS hevur avgjørt ikki at spæla EM í ár, men í staðin at luttaka í Small Federation Games. Tað er kapping millum londini í Evropa, sum hava tey smæstu bridgesambondini. Lond við færri enn 500 limum í bridgesambandinum kunnu verða við. Tað plaga at verða eini 12-15 lond við.

Hetta er ein roynd. Kappingin er nakað bíligari enn EM og so verður eisini spennandi at vita, hvar landsliðið liggur í hesum høpinum.

"Observationsturnering", sum kappingin eitur verður leygaradag 20. januar og sunnudag 21. januar. Spælt verður í Blaksets Bridgecenter.

Í alt eru 32 pør við og talan er um sterk pør, so føroysku pørini fáa rættuliga roynt seg.

Ætlanin er at vísa tvey borð á BBO.

Kappinginer skipað, sum Monrad-kapping, ið er kapping, har pørini, sum liggja næst hvørjum øðrum møta hvørjum øðrum. So tá krevst at spæla væl fyri at sleppa at spæla móti teimum bestu.

Niðanfyri eru leinki til úrslitini. Haraftruat verður kappingin eisini víst á BBO.

 

Spælarar.

Úr Danmark

Allan Cohen-John Vermehren Norris

Søren Christiansen-Martin Schaltz

Lauge Schäffer-Jonas Houmøller

Bjørg Houmøller-Signe Buus Thomsen

Hans Christian Nielsen-Knud-Aage Boesgaard

Stig Werdelin-Sigurd Lauge Pedersen

Hans Kristian Sørensen-Niels Henriksen

Emil Buus Thomsen-Andreas Plejdrup

Søren Bune-Victor Todd-Moir

Steen Schou-Jørgen Cilleborg Hansen

Christina Lund Madsen-Anne-Sofie Houlberg

Stense Farholt-Tina Ege

Peter Lund-Henrik Kruse Petersen

Helle Rasmussen-Lone Bilde

Sejr Andreas Jensen-Mikkel Larsen

Lars Blakset-Dennis Bilde

Thomas Berg-Flemming Dahl

Úr Norra

Allan Livgård-Terje Aa

Tor Eivind Grude-Lars Arthur Johansen

Glenn Grøtheim-Petter Tøndel

Torild Heskje-Gunn Tove Vist

Gunn Kari Helness-Ida Wennevold

Maja Rom Anjer-Pernille Lindaas

Liv Marit Grude-Bodil Nyheim Øigarden

Lisbeth K. Glærum-Ann-Mari Mirkovic Juvik

Tonje Brogeland-Åse Langeland

Ann Karin Fuglestad-Marianne Harding

Úr Føroyum

Rói Á Rógvu Joensen-Símun Lassaberg

Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen

Árni M. Dam-Dánjal Pauli Mohr

Úr Svøríki

Anders Morath-P.G. Eliasson

Bengt-Erik Efraimsson-Mats Axdorph

Mats Nilsland-Björn Fallenius

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands