19/01/2018
Tveir heiðurslimir í Havnar Bridgefelag
Jógvan Andreasen og Petur Sigurd Rasmussen vóru hóskvøldið gjørdir til heiðurslimir í Havnar Bridgefelag

Í sambandi við, at Havnar Bridgefelag varð 80 ár, hevur felagið avgjørt at heiðra tveir av trúgvu limunum.

Jógvan Andreasen og Petur Sigurd Rasmussen vóru tilnevdnir heiðurslimir í felagnum.

Jógvan Andreasen hevur spælt í Havnar Bridgefelag síðani síðst í 60-unum og hann helt, at hann bara hevur lagt eitt ár burturímillum.

Petur Sigurd Rasmussen hevur eisini spælt síðani í 60-unum og hevur havt nógv álitisstørv í føroyskum bridge. Petur Sigurd var ikki til staðar hóskvøldið.

Mortan Rasmussen er áður gjørdur til heiðurslim í Havnar Bridgefelag.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands