08/02/2018
FM lið leygardagin
FM fyri lið verður leygardagin í Bridgehúsinum kl. 12.00.

Kappingin er um at koma í helvt. 7. umfar verður spælt kl. 12 og tá hava øll spælt móti hvørjum øðrum eina ferð.

Øll skulu spæla móti hvørjum øðrum eina ferð afturat. Eftir 7. umfar verða liðini sett at spæla móti hvørjum øðrum eftir, hvar tey liggja í stigatalvuni.

Hetta tí so er væntandi at tey bestu liðini spæla móti hvørjum øðrum seinasta spælidagin og tað skuldi hildið spenningin.

Skráin leygardagin er:

Kl. 12.00 7. umfar

Kl. 14.20 Kaffisteðgur

Kl. 14.40 8. umfar

Kl. 17.00 Matarsteðgur

Kl. 17.40 9. umfar

Kl. 20.00 liðugt

7. umfar sær soleiðis út:

Allan Dal-Christiansen-Øssur Winthereig

Høgni Jacobsen-Símun Lassaberg

DEKO & PRINT-Arnbjørn Sivertsen

Óli Holm-LM

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands