08/02/2018
Seinkað úrslit: Allan og Rói vunnu Silvur í Suðri
Sera nógv hava spurt, hvør vann Silvur í Suðri. Og av misgáum eru myndir av vinnarunum ikki lagdar út.

Í fleiri ár hava suðringar skipað fyri silvurkapping í Suðri. Hetta hevur verið ein kapping, har pør úr øllum landinum hava spælt eina sera hugnaliga kapping.

Í ár vóru 12 pør við og vinnarar vóru Allan Dal-Christiansen-Rói á Rógvi Joensen og nr. 2 Marner Joensen og Arnbjørn Sivertsen.

Føroya Bridgesamband takkar Suðuroyar Bridgefelag fyri, at felagið skipar fyri kappingini.

(Og biður umskilda, at hetta ikki er lagt út fyrr)

(Øssur)

 

 

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands