13/02/2018
Liðið hjá Símun Lassaberg á odda í FM lið
Trý umfør vóru spæld leygardagin 10. feb. Kappingin kom í helvt og tvey umfør vóru spæld av seinnu helvt.

Nú 9 umfør eru spæld av FM lið liggur liðið hjá Símun Lassaberg (Rói á Rógvi Joensen, Árni M. Dam og Balle Mohr) á odda við 141,36 stigum. Men ikki langt aftan fyri liggur liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Anthoniussen, Robert Langgaard og Mortan Sólheim Thomsen) við 137,83 stigum.

Øll liðini spæla móti hvørjum øðrum tvær ferðir og nú eru 5 umfør eftir.

Næsta umfar verður 10. mars.

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands