11/03/2018
Spenningur í oddinum
Liðini hjá Allan og Símuni at kalla jøvn

Næstaseinasta umfar í FM fyri lið var spælt leygardagin. Í oddinum býttu tey bæði ovastu um pláss. Liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Anthoniussen) liggur nú á odda, men bara smá trý stig framman fyri liðið hjá Símun Lassaberg (Rói á Rógvi Joensen, Árni M. Dam, Marner Joensen).

Tveir dystir eru eftir at spæla. Teir vera spældir leygardagin 21. apríl.

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands