12/03/2018
Spaðar drongur var gott agn
Spæl nr 19 í 3. umfarinum fyri FM-Lið, var eitt sindur serstakt tí í dystinum millum Øssur Winthereig og Símun Lassaberg spældu bæði pørini á liðnum hjá Símun Lassaberg 1nt.

 Í opna rúminum opnaði sunnan 1kl og eystan vestan meldaði 1nt inn.

Í lukkaða rúminum opnaði sunnan eisini ein kleyv. Men her valdi vestan at dobla, norðan meldaði 1hj, eystan pass og sunnan 1nt, sum var endaliga kontraktin.

Her kom spar kongur út til essið. Rói spældi nú rútara til kongin og hjartara til hjartar 9 og drongin. Vestan spældi nú spar damu. Rói var nú bangin fyri, at EV fóru at finna kleyvara skiftið og legði tí spar drong undir spar damu. Vestan helt nú, at makkarin hevði 10863 í spar frá byrjan og spældi tí spar aftur upp í 108. Rói tók nú spar stikkini og trekti hjartar ess og knípti til hjartar 8!

 

http://tinyurl.com/yauvbwbq


Viðfestar slóðir
Í lukkaða rúminum opnaði sunnan eisini ein kleyv. Men her valdi vestan at dobla, norðan meldaði 1hj, eystan pass og sunnan 1nt, sum var endaliga kontraktin. Her kom spar kongur út til essið. Rói spældi nú rútara til kongin og hjartara til hjartar 9 og drongin. Vestan spældi nú spar damu. Rói var nú bangin fyri, at EV fóru at finna kleyvara skiftið og legði tí spar drong undir spar damu. Vestan helt nú, at makkarin hevði 10863 í spar frá byrjan og spældi tí spar aftur upp í 108. Rói tók nú spar stikkini og trekti hjartar ess og knípti til hjartar 8!
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands