23/03/2018
Páskakapping í Havnar Bridgefelag
Hóskvøldið var páskakapping i Havnar Bridgefelag. Vinnarar gjørdust Niels Nielsen og Bjarki Johannesen. Næstir miðal vóru Balle Mohr og Árni M. Dam.

Páskakappingin hjá Havnar Bridgefelag var skipað við smyrjibreyði og øl afturvið.

Spæld vóru 30 spøl við seks borð.

Vinnarar gjørdust Niels Nielsen og Bjarki Johannesen, sum vunnu páskaregg.

Páskaregg var eisini parið, sum var næst miðal og næstringasta parið.

Balle Mohr og Árni M. Dam vóru næst miðal og Øssur Winthereig og Helgi Arntórsson vóur næstringast.

So var eisini páskaregg til besta par av nýbyrjarunum. Jákup Sørensen og Viggo Johansen væntaðu at vinna, tí teri vóru einasta nýbyrjaraparið.

So tað vunnu teir, men vert er at leggja til merkis at tvey pør vóru aftanfyri teir í endaligu støðuni.

 

 

Viðfestar slóðir
Nr. 1 Bjarki Johannsen og Niels Nielsen
Bestu nýbyrjarar: Jákup Sørensen og Viggo Johannesen
Næstir miðal: Árni M. Dam og Balle Mohr og kappingarleiðarin Johannes Skaarup í miðjuni.
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands