22/04/2018
Liðið hjá Allan vann FM fyri lið
Seinasta umfar í FM fyri lið gjørdist sera spennandi. Áðrenn seinastu dystirnar var liðið hjá Símun bara 0,09 stig framman fyri liðið hjá Allan.

Liðini hjá Allan Dal-Christiansen (Pól Egholm, Magni Jøkladal, Eyðun Anthoniussen, Robert Langgaard og Mortan Sólheim Thomsen) og Símuni Lassaberg (Rói á Rógvi Joensen, Árni M. Dam, Balle Mohr) hava ligið í oddinum alla kappingina, tó hevur liðið hjá Símuni ligið fremst.

Men í seinasta dystinum vann liðið hjá Allan seg fram á fyrsta pláss við einum stórum sigri á kiðnum hjá Øssuri, meðan liðið hjá Símun eitt sindur óvæntað tapti fyri liðnum hjá Høgna.

Samstundis vann liðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg) seg fram um liðið hjá Símun, so Bogi endaði á øðrum plássi.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands