09/09/2018
Landsliðsvenjing við nýggjum landsliðsvenjara
Bridgelandsliðið hevur hetta vikuskiftið vant til kappingina Small Federation Games, sum er kapping millum smátjóðir í Evropa.

Á landsliðnum eru tvey pør: Símun Lassaberg-Árni M. Dam og Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen. Landsliðsvenjari eru P.O. Sundelin, sum er ein av kringastu svensku bridgespælarunum seinastu mongu árini.

Magni Jøkladal er liðskipari.

Kappingin verður í Budapest 25. til 29. oktober.

Símun Lassaberg, P.O. Sundelin og Arne Mikkelsen
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands