16/09/2018
Tilmelding til FM lið - aftur til upprunaligu skránna
FBS hevur avgjørt at venda aftur til upprunaligu skránna, so fyrsta umfarið í FM fyri lið verður 20. oktober. Nógv óvissa og nógv ónøgd stóðs av flytingin frá uppruna degnum, so upprunaliga skráin verður galdandi. Ætlanin er aftur í ár at spæla 5 vikuskifti, men tað veldst um hvussu nógv lið melda til.

Nú er tíðin komin at melda til FM lið 2018-2019.

Minst 4 spælarar skulu vera á hvørjum liði.

1. januar 2019 skulu allir spælarar hava goldið limagjald til FBS (tað verður gjørt umvegis feløgini). Og eingin spælari má 1. januar 2019 hava skuld til FBS.

Er limagjald ikki goldið ella stendur spælari í skuld til FBS 1. januar 2019 verður liðið, har tann spælarin er á, strikað úr kappingini.

Freistin at melda til er 10. oktober á fbs@bridge.fo ella boða Jákup Hjaltalin frá á tel. 212166. 

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands