21/10/2018
Liðini hjá Boga og Dia liggja á odda eftir fyrstu dystirnar
Fyrsta umfar í FM fyri lið var spælt leygardagin 20. oktober. Sjey lið eru meldað til.

Liðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kalsberg) og liðið hjá Dia Jacobsen (Jákup Hjaltalin, Árni M. Dam, Símun Lassaberg, Marner Joensen) liggja púra jøvn á odda eftir teir fyrstu tríggjar dystirnar. Og bæði liðini sótu yvir, har tey fingu 12 stig hvørt.

Liðið hjá Allan, sum eru føroyameistarar fingu ikki bestu byrjan. Liðið tapti fyri liðnum hjá Finn Ougaard. Hinvegin var liðið heldur ikki fullmannað og hava heldur ikki spælt móti nummar eitt og tvey.

Í alt verður spælt tvær ferðir móti hvøjrum yvir fimm vikusikfti. 

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands