24/10/2018
Landsliðið í Budapest til smátjóðakapping
Bridgelandsliðið luttekur í kapping millum smátjóðir í brigde í Budapest.

Kappingin, ið nevnist Small Federations Games er millum tjóðir, sum hava fáar skrásettar bridgespælarar ella smá bridgesambond.

Hetta er fyrstu ferð, at landsliðið roynir seg í hesi kappingini. Áður hevur landsliðið verið við til EM í bridge.

Á landsliðnum eru Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen. Liðleiðari er Magni Jøkladal og venjari er P. O. Sundelin úr Svøríki.

Kappingin byrjar hósdagin og endar leygardagin.

Niðanfyri er leinki til úrslitini

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands