04/12/2018
Stór bridgekapping í Havn í mars
Jákup Sørensen skipar saman við FBS fyri altjóða bridgekapping í Havn vikuskiftið 8. til 9. mars 2019. Vinarliga boðið útlendskum bridge vinum frá.

Dagarnar 8. og 9. mars 2018 verður skipað fyri altjóða bridgekapping í Østrøm í Tórshavn.

Kappingin verður fyrst og fremst boðin fram í hinum Norðurlondunum og í Føroyum.

Talan er um eina parakapping, sum hevur fingið navnið Tórshavn Bridgefestival.

Umframt sjálva kappingina verður veitsludøguri leygarkvøldið 9. mars.

Til ber at melda seg til kappingina ella til kapping og veitsludøgurða. Prísirnir eru 600 kr fyri kappingina, í luttøkugjaldinum er ábit fríggjakvøld, miðmáli leygardag, umframt kaffi, te, vatn og okkurt søtt. Til ber eisini at melda seg til veitsludøgurðan og er kostnaðurin 600 kr fyri mat og vín fyri ein persón.

FBS heitir á bridgespælarar um at gera vinir uttanlands varugar við kappingina.

Niðanfyri eru innbjóðingar, sum til ber at senda víðari.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands