10/02/2019
Tódnar millum Boga og Dia
Munurin millum liðið hjá Boga Simonsen á fyrsta plássi og liðini á øðrum og triðja plássi minkar

Nú FM lið er komin meiri enn í helvt eru trý liið, sum kappast um FM-heitið, hóast 5 umfør eru eftir at spæla.

Liðið hjá Boga Simonsen (Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg) lá 22 stig framman fyri liðið hjá Dia Jaobsen (Dia Jaobsen, Jákup, Hjaltalin, Árni M. Dam, Símun Lassaberg) áðrenn umfarið, sum byrjði leygardagin 9. februar.

Men eitt sindur óvæntað tapti liðið hjá Boga fyri liðnum hjá Óla Holm (Óli Holm, Hans Jacob Petersen, Hans í Líðini, Andre Dalfoss). Tað gjørdi, at bleiv tættari í oddinum.

Á triðja plássi erliðið hjá Allan Dal-Christiansen, sum eisini er við í dystinum um FM.

Viðfestar slóðir
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands