31/03/2019
Liðið hjá Allan Dal-Christiansen vann FM fyri lið
Seiansta umfar gjørdist sera spennandi, tí trý lið lógu púra jøvn áðrenn seiansta dystin.

Tað sá ikki serliga spennandi út áðrenn seinastu 2 umførini í FM fyri lið í Bridgekappingini, sum vóru spæld leygardagin 30. marts. Støðan í oddinum var hendan:

Lið

Stig

Bogi Simonsen

185,77

Allan Dal-Christiansen

169,15

Dia Jacobsen

168,70


Tó var tað soleiðis at liðið hjá Boga Simonsen enn hevði eftir at spæla móti liðunum, sum lógu nr. 2 og 3, so spenningur kundi standast, um so var, at liðið hjá Dia Jacobsen, sum skuldi spæla næstseinasta dystin móti Boga Simonsen kundi vinna dystin stórt.

Dystirnir í næstseinasta dystinum vóru hesir:

 

Dystirnir í næstseinasta dystinum vóru hesir:

Danny Danielsen - Jákup Sørensen

10,00 - 10,00

Bogi Simonsen - Dia Jacobsen

2,10 - 17,90

Óli Holm - Allan Dal-Christiansen

3,20 - 16,80


Eftir hetta var støðan nú:

Lið

Stig

Bogi Simonsen

187,87

Dia Jacobsen

186,60

Allan Dal-Christiansen

185,95


Nú høvdu helst tey flestu vænta, at liðið hjá Dia Jacobsen fór at vinna. Hetta tí, at tað helst fór at vera rímiliga javnt millum Boga Simonsen og Allan Dal-Christiansen og um liðið hjá Dia Jacobsen kláraði at vinna sín síðsta dyst móti Danny Danielsen stórt, so vóru teir Føroyameistarar. Men teir á liðinum hjá Allan Dal-Christiansen vildu tað øðrvísi.

Seinastu dystirnir vóru hesir:

Allan Dal-Christiansen - Bogi Simonsen

18,12 - 1,88

Dia Jacobsen - Danny Danielsen

13,81 - 6,19

Jákup Sørensen - Finn Ougaard

12,98 - 7,02



Hetta gav endaligu støðuna:

Lið

Stig

Allan Dal-Christiansen

204,07

Dia Jacobsen

200,41

Bogi Simonsen

189,75

Óli Holm

123,69

Finn Ougaard

119,88

Danny Danielsen

118,00

Jákup Sørensen

66,20


Liðið hjá Allani gjørdist sostatt føroyameistari fyri lið í ár. Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku!

 

Leggjast skal eisini til merkis, at nýggja liðið hjá Jákupi Sørensen spældi javnt annan dystin og vann hin dystin í dag. Tað má sigast at vera flott

Viðfestar slóðir
Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen, Eyðun Anthoniussen - Magni Jøkladal og Robert Langgaard mangla á myndini.
Jákup Hjaltalin, Árni M. Dam, Símun Lassaberg - Dia Jaobsen og Marner Joensen mangla á myndini
Her meldaðu Jóannes og Egil seg upp í 7 kleyv og sjálvt um kleyvarin sat 5-0 ímóti, so spældi Egil hann heim við at trekkja kleyvar ess og síðani kleyvar 10. Á henda hátt fekk hann knípt allan kleyvaran frá eystan og tá hjartar dama fall vóru 13 stikk frá topp.
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands