19/03/2011
Tordis og Danny vunnu FM fyri pør blandað
Maður og kona eiga ikki at spæla bridge saman, tí so fylgir trætan um kleyvar frúgv við inn í sovikamarið – verður sagt.

Men leygardagin vístu Tordis Johannesen og Danny Danielsen, at eitt par uttan fyri bridgeborðið eisini kann klára seg væl við borðið.
Í FM kappingini fyri pør blandað – ein maður og ein kvinna á hvørjum pari – vunnu Tordis Johannesen og Danny Danielsen ein greiðan sigur. 10 pør vóru við i kappingini og spøld vóru 45 spøl.
I triðseinasta umfari løgdu Tordis og Danny seg á odda og hildu sær.
Marner Joensen sigur, at tey, sum liggja á odda í kaffisteðginum vinna ongantíð. Marner og Maria lógu á odda í kaffisteðginum.10 pør vóru við í kappingini og spæld vóru 45 spøl.

Nr. 1. Tordis Johannesen - Danny Danielsen

Nr. 2. Eva Sarita Berg - Eyðun Jakobsen

Nr. 3. Anna Paulina Olsen - Heðin Mouritsen

Føroyameistarar: Danny og Tordis
Nr. 2 Eyðun Jakobsen og Eva Sarita Berg
Nr. 3 Anna Paulina Olsen og Heðin Mourtisen og formaðurin uttast til høgru
Flash is required!
Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands