19/03/2011
Vandamikla hondin - enn einaferð
Einasta par, sum ikki kom i 4 sp vann 10 stikk.

Í fyrsta lagi lata vit liggja, um kontraktin skal vera 3 ella 4 sp.

Her var norður i 3 sp við hjartar K út. Norður lat eystur eiga og tók næsta hjartara við essinum. Nú ræður um at halda vestur úti fyri ikki at fáa kleyvara gjøgnumspæl. Tvær ferðir trumf, enda heima og trumfa seinasta hjarta við spaðar kongi. Og nú rútara av borðinum og tá vestur spælir lágan, so rútar 9 á. Nú er eystur sluttspældur, tá hann ikki hevur triðja trumfin. 10 stikk. Men sum Niels segði, so spælir man nokk beint fram eftir rútaraknípingini, um man er í 4 sp. Hetta var seinasta spælið í kvøld, og tað var Øssur(!), sum spældi. Seinasta umfar gav okkum (Øssur og Bjørg) pluss 18 av 20 og lyfti okkum av seinasta plássi til 5. pláss.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands