10/08/2015
Bridgeárið 2015/16
Her er uppskot til leikskrá og vit taka fegin móti viðmerkingum.

Nú er bridgeárið 2015/16 um at fara av bakkastokki.
Greitt er, at FM lið verður skipað, sum í fjør við einari deild, sum endar við einum endaspæli millum tey 4 liðini, sum klára seg best í grundspælinum.
Lagt verður eisini upp til, at FM par verður spæld yvir tveir dagar - Dýra biðjidag og leygardag. Hvussu kappingin skal skipast er ikki avgjørt, men møguleikin at skipa eina longri kapping er opin.
Næsta ár er EM og ætlanin er so ella so at halda fram við landsliðsarbeiðinum.
Ársfundur skuldi vera í mai, men NM tók orkuna, so ársfundurin verður í september og tá skulu vit eisini taka støðu til, hvussu vit gera við landsliðnum.
Nú hevur týdning at gera skránna, og her er uppskot til skrá, sum er send til feløgini at gera viðmerkingar til.
Um onnur hava viðmerkingar, so er at senda ein meyl til fbs@bridge.fo, so kunnu vit síggja, hvat ber til at gera.

Við bridgekvøði
Øssur Winthereig, formaður

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands