Spæl bridge á netinum

SWAN

Nógvir føroyskir bridgespælarar spæla bridge á Swan á internetinum.

Til ber at spæla ókeypis móti øðrum, sum eru loggaði á Swan.

Teknar tú teg, sum lim á Swan, ber til at luttaka í kappinginum. Einar 12 kappingar eru um samdøgurið - bæði para- og imp-kappingar. Imp-kappingar byggja á liðkappingarútrokning.

At spæla á netinum er lætt, men øðrvísi enn at sita við borðið.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands