14/08/2015
Lær at spæla bridge í heyst - 2015!
Nú skipa vit aftur fyri bridgeskúla! Vit heita við hesum á tykkum royndu spælarar, um at brúka yvirtalingargávur tykkara, yvirfyri børnum, abbabørnum,vinfólkum teirra og øðrum við;) Fá tey at skilja, hvussu stuttligt og hugnaligt tað er, at spæla Bridge - jú fleiri vit eru, jú stuttligari verður!



Kom og lær at spæla Bridge 

á Bridgeskúlanum

- kom og lær tað frá grundini!

  • Dámar tær at spæla kort?
  • Hevur tú kanska spælt Whist ella Sjavs?
  • Hevur tú ofta hugsa um, at tað hevði verið stuttligt at lært at spælt Bridge?


So hevur tú møguleikan her í heyst, tá Havnar Bridgefelag skipar fyri Bridge-skúla.


Hví spæla Bridge?

Lærir tú at spæla Bridge, so kanst tú spæla tí tað er stuttligt og hugnaligt.
Tú kanst spæla fyri at viðlíkahalda heilakyknurnar.
Tú kanst eisini gera tað, tí tú ynskir at blíva ordiliga góð/ur til spælið.

Bridge er nemliga ein ein ítróttur, har føroyingar longu hava gjørt seg galdandi. Í vár var Norðurlandameistarakapping hildin í Føroyum. Føroyar vunnu silvur! Um nøkur ár kann tað verða tú sum vinnur silvur ella gull til Føroyar!


Hvør kann tekna seg?
Øll kunnu tekna seg.
Tað er eingin treyt at tú dugur at spæla kort áðrenn.
Tað einasta ið krevst er, at tú tímur at læra hetta fantastiska kortspæl.
Á Bridgeskúlanum lærir tú nemliga alt frá grundini. 


Skal man hava ein makkara?
Tað er ikki neyðugt at melda seg til saman við einum makkara, men kennir tú onkran, sum eisini kundi hugsa sær at lært at spælt, so tak endiliga hana ella hann við.

So sig okkum endiliga frá, um tú hevur hug at luttaka. 

Tilmelding? Spurningar?
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda ein teldupost ella at ringja til Ásu Andreasen, tlf. 227464, t-post: asa@synergi.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær;)

Vegna nevndina í Havnar Bridgefelag
Ása Andreasen, skrivari


PS. Sjálv byrjaði eg á Bridgeskúlanum fyri 3 árum síðani. Eg spæli saman við føstum makkara nú eitt kvøld um vikuna. Í summarferiuni spæli eg nógv á netinum. Eitt sera stuttligt og spennandi spæl, sum eg kann viðmæla.

Ása

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands