09/04/2017
Havnar Bridgefelag hildið Aðalfund
Gott ár hjá Havnar Bridgefelag. Ætlanir er at skipa fyri kapping og veitslu, núHavnar Bridgefelag er 80 ár.

Havnar Bridgefelag
Aðalfundur hóskvøldið 6. apríl 2017

Orðstýriari: Mortan Rasmussen
Skrivari: Øssur Winthereig

Arnbjørn Sivertsen, formaður, beyð vælkomið.
Í formansfrágreiðingini segði formaðurin, at spælikvøldini høvdi gingið væl. Hann helt at tað var friðarligari at spæla og kanska var tað tí, at nýggju bridgeborðini dempaðu larmin.
Arnbjrøn frøddist um, at skúlabridge er í gongd, har spælt verður á Skúlanum á Løgmansbreyt og Skúlanum á Fløtum. Tað 5. og 6. flokkur sum spæla.
Neb enn er spurningurin ikki svaraður, hvat gera vit fyri at knýta tey ungu nærri bridgelívinum.
Støðan hjá Bridgehúsinum er einki broytt.
Vit áttu at umhugsa at hildið eitt felagsjubileum í heyst fyri Havnar Bridgefealg, sum verðru 80 ár, FBS sum verður 50 ár og so var Nýggja Bridgefelag 50 í fjør. men hildu einki tá.
Roknskapurin var góðkendur við 10.000 kr í avlopi.
Upplýst var, at tað vóru 36 limir, sum høvdu goldið limagjald.
Ása Andreasen og Ingunn Danielsen stillaðu ikki uppaftur.
Formaðurin takkaði teimum fyri sera gott arbeiði í nevndini.
Í nevndin var valdur Torkil á Stein og eykalimur var Finn Ougaard.
Í nevndini sita nú:
Arnbjrøn Sivertsen, formaður, Johannes Skaarup, kappingarleiðari og Torkil á Steig.
Til grannskoðara var Helgi Joensen afturvaldur við lógvabrestum.
Limagjaldið verður verandi 300 kr. um árið.
Undir Ymiskt var nevnt, at tað hevði verið eitt gott hugskota at lagt bæði bridgefeløgini í Havn saman.
Eitt leið er, at nevndini í báðum feløgunum halda samanleggingarfund og so kalla feløgini hvør sær inn til eykaaðalfund.

Ása hevði eina áheitan á allar limir um at gjalda bæði limagjald og spæligjald beinanvegin.

Fundur lokin.

Øssur Winthereig
skrivari.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands