23/09/2015
Kvøldskúli komandi vetur
Nú verður aftur farið í gongd við at spæla bridge fyri komandi veturin. Byrja verður mánakvøldið tann 14. september kl. 19.00 í Handilsskúlanum sum vanligt.

Samstarvið við Klaksvíkar Bridgefelag heldur fram.

 

Felagið hevur keypt nýggja útgerð. Tað eru teir sokallaðu Bridge+More Dealararnir og harafturat hevur felegið keypt nýggj borð. So umstøðurnar eru so góðar sum ongantíð áður.

 

Komandi vetur verður Bridge í Kvøldskúlanum í Eysturkommunu. Vónandi kunnu vit fáa nakrar nýggjar bridgespælarar. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at hyggja mánakvøld millum kl. 19.00 til 23.00

 

Tilmelding til kvøldskúlan kann gerast á telefon 504741

 

Sigast skal frá, at aðalfundurin verður mánakvøldið 5. oktober 2015.

Føroya Bridgesamband,  P.O. Box 1138, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands