Aftur til tíðindasavn

Bridge: Byggitilfar er steypavinnari 2024

18 mar 2024

Myndasavn

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 16. mars 2024.

 

Tey 4 liðini, ið høvdu spælt seg á hálvfinalurnar vóru hesi:

Byggitilfar: (Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Magni Jøkladal, Pól Egholm)

Jóannes Mouritsen: (Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen)

Dia & Kúllarnir: (Arnbjørn Sivertsen, Rúni Mouritsen, Eyðun Anthoniussen, Dia Jacobsen)

Jassarnir: (Viggo Johannesen, Øssur Winthereig, Petur Annfinn Johannesen, Heini Joensen)

 

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Byggitilfar og Jassunum, meðan liðini hjá Dia & Kúllunum og Jóannes Mouritsen hittust í hinari hálvfinaluni.

Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum hevði liðið hjá Byggitilfar vunnið sær eina lutfallsliga greiða leiðslu móti liðnum hjá Jassunum, meðan liðið Jóannes Mouritsen hevði leiðsluna móti Dia & Kúllunum.

Dystargongdin helt áfram í seinna hálvleiki. Liðið hjá Byggitilfar vann annan hálvleik greitt á liðnum hjá Jassunum, meðan liðið hjá Jóannes Mouritsen vann ein lutfallsliga greiðan sigur á Dia & Kúllunum. Harvið tryggjaðu liðini hjá Byggitilfar og Jóannes Mouritsen sær finaluplássini.

Eftir loknar hálvfinalur varð klárt at fara undir sjálva steypafinaluna. Í finaluni hittust sum nevnt liðini hjá Byggitilfar og Jóannes Mouritsen. Í fyrra hálvleiki leikaði sera javnt á og endaði fyrri hálvleikur við at liðið hjá Jóannes Mouritsen hevði eina lítla leiðslu á 3 imp.

Í seinna hálvleiki leikaði sum heild eisini javnt á. Fleiri spennandi spøl vóru har úrslitini sveiggjaðu til báðar partar, men endin gjørdist at liðið hjá Byggitilfar vann ein tættan finalusigur móti liðnum hjá Jóannes Mouritsen, og sostatt eru Byggitilfar steypavinnarar 2024.

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í sera góðum umstøðum í “Norðurstovu” í Norðurlandahúsinum.

Føroya Bridgesamband takkar hjartaliga Norðurlandahúsinum fyri góða samstarvið.

 

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30